Beinir á Reinsarínum!
Tórsgøta, Tórsgøta 3, 100 Tórshavn Directions
Fri Nov 06 2026 20:00
6., 7. og 8. novembur kanst tú uppliva Beinir í Reinsarínum.
Áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina inniliga og persónliga konsert við bæði eldri og nýggjum tónleiki hjá Beinir. Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.
Beinir er aktuellur við nýggjum tónleiki - bæði einsamallur við EP’ini “The End or Beginning Of Us” og sum partur av føroyska bólkinum Tøgn við lagnum “Eingi orð”. Tøgn hevur eisini vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri staklagið "Kamarið”.
Beinir hevur havt vind í seglunum í Danmark og Føroyum, síðani plátan “Greener” kom út í 2024. Hann hevur verið á Top-10-listanum í donskum radio, fingið tvær FMA-virðislønir - ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina. Eisini hevur hann framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og í DR’s Store Juleshow.
Ogna tær atgongumerki til eina av konsertunum á Torsgota.fo.